Vit ynskja, at Praveen skal vera í Føroyum!

Oprettet den 04/02-2017

Hetta er ikki ókey. Vit mótmæla staðiliga, at Praveen Satthi móti sínum vilja verður sendur av landinum orsakað av donskum formalitetum - uttan fyrilit fyri risastóra munin hann ger fyri 350 føroyingar hvønn dag. Tað er heldur ikki ókey at dugnaligir og hart arbeiðandi útlendingar ferð eftir ferð verða sendir av landinum, tí føroyskir myndugleikar ikki tora at taka ábyrgd.

Luk