Verið við at hjálpa til at gera eina broyting - skrivið undir!
Tann 10. desember er eitt ár gingið síðani felagið Heimafriður bleiv stovnað.
Síðani tá er nógv hent, men tó so lítið, tí framvegis verða fólk í Føroyum púra óneyðugt plágað av gangi frá skipum.
Heimafriður hevur á fleiri fundum við kommunur og landsmyndugleikar víst á loysnir.
Hjálpið felagnum! Skrivið undir!
Stóra takk fyri hjálpina!
Við hesari undirskrift heita vit í felag á kommunal- og landsmyndugleikar, um at finna loysnir, sum tryggja fólki Heimafrið frá gangi frá skipum. Eisini heita vit á myndugleikarnar, um at finna loysnir, sum minka mest møguligt um gangin, meðan bíðað verður eftir varandi loynsunum.
Les meiri og fylg við á facebooksíðuni hjá Heimafriði: https://www.facebook.com/heimafridur/