Umstøðurnar hjá børnum okkara á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu

Oprettet den 01/02-2021 Vit ynskja við hesum at gera vart við, at vit sum foreldur hjá vøggustovu- og barnagarðsbørnum í Tórshavnar Kommunu eru sera ørkymlaði og ótrygg við nógv viðurskifti á dagstovnaøkinum, sum nú er. Vit halda als ikki, at nóg nógv fígging verður raðfest til økið, og hetta hevur millum annað við sær:

- At normeringin ikki samsvarar við veruleikan, har eitt nú leiðsla, køksfólk, reingerð og húsavarðatænasta verða tald uppí normeringina.

- At peningur ikki verður settur av til sjúkrafráveru hjá starvsfólki, og at tað í hesum førum eru enn færri vaksin um børn okkara.

- At lønarsamráðingar hjá eitt nú Pedagogfelagnum ikki verða fylgdar upp í fíggjarætlanum fyri hvørt ár. Játtanin eigur sjálvsagt at hækka, tá ið lønir hjá starvsfólkum hækka. Hetta hevur enn einaferð við sær, at fyri hvørt ár eru færri og færri vaksin um børn okkara.

- Vantandi eftirlit og trygdarkrøv. Loyvt eigur ikki at vera at hava stovnar opnir, um ov fá vaksin eru. Tað sigur seg sjálvt!! Lóg viðvíkjandi trygdarkrøvum á dagstovnaøkinum er millum annað gjørd í Íslandi.

- At námsfrøðilig fyrireiking og harvið góðska ikki er møgulig sum nú er. Í Danmark er krav um tíð til fyrireiking.

Okkara áheitan til Tórshavnar Kommunu er, at hetta verður tikið í álvara. Trivnaður og trygd sum heild eigur at vera ein raðfesting fyri allar borgarar í kommununi – serliga fyri børn, sum hava alt lívið fyri sær. Børn hava rætt til at kenna seg viðurkend, hoyrd og sædd í tryggum umhvørvi, og hetta er alt í tráð við dagstovnalóg landsins umframt Barnaverndarsáttmálan hjá ST, sum Tórshavnar Kommuna sigur seg nýta sum námsfrøðiligan leist á dagstovnaøkinum.

Vit eru so glað fyri starvsfólkini, sum eru um børn okkara í dagligdegnum. Men vit eru bangin fyri, at byrða teirra er ov tung og møtimikil, og at fleiri teirra ikki orka meira. Vit halda, at Tórshavnar Kommuna sum arbeiðsgevari hevur skyldu til at skapa og varðveita gott og trygt arbeiðsumhvørvi, tí hesi starvsfólk eiga vit øll at virðismeta. Í hesum sambandi hevði verið skilagott, at Tórshavnar Kommuna við vali skipaði eina dagstovnanevnd, har starvsfólk, stovnsleiðarar og foreldur kunnu geva nágreiniligar lýsingar av støðuni umframt ítøkiligar loysnir.

Um tú sum foreldur at barni/børnum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu tekur undir við hesum, kanst tú hervið skriva undir.

GG! Undirskriftin skal váttast á tínum telduposti.

Kommentarer

Luk