Betri fígging á gólvið

Oprettet den 19/09-2019 Heldur enn at játtað fígging á gólvið, hevur Tórshavnar kommuna játtað at seta 4-6 eindarleiðarar í starv. Námsfrøðingar hava fleiri fer víst á, at tað er HAR fíggingin vantar. Vit, ið eru um børnini dagliga, ynskja betri normering. Arbeiðið sum námsfrøðingur krevur, at tú skal eygleiða, skjalfesta, leggja námsfrøðiligt arbeiði til rættis fyri einstaka barnið, eftirmeta og so framvegis. Námfrøðingar á dagstovnaøkinum, hava í longri tíð merkt sviðan av ov lágari normering.  Hvussu kann tað lata seg gera, at seta fígging av til fleiri nýggjar eindarleiðarar, men tað ber IKKI til at seta størri fígging av til dagstovnaøkið, tá tað er HAR tørvurin er? Hesin nýggi leistur mennir als IKKI dagstovnaøkið, men ger gjónna millum okkum á gólvinum leiðsluna størri; ið viðførur at tað námsfrøðiliga støðið heldur lækkar enn hækkar! Vónandi verður hetta ikki veruleiki! Skriva undir, og stuðla námsfrøðingum og námfrøðini.

Kommentarer

Luk