Fíggjarlig ábyrgd fyrst – setið tunnilsætlanina í bíðistøðu

Oprettet den 29/04-2025 Vit halda, at Suðuroyartunnilin er ein ov stór fíggjarlig byrða fyri landið í verandi støðu. Talan er um eina verkætlan til fleiri milliardir krónur, sum ikki hevur tryggan rakstrargrundarlag og kann leggja óneyðugt trýst á landskassan. Samstundis eru kjarnuøki sum heilsuverkið, útbúgving og eldrarøkt fyri álvarsligum avbjóðingum. Hetta er ikki tíðin til at raðfesta prestisjuverkætlanir. Hetta er tíðin til at vísa fíggjarliga ábyrgd og raðfesta tey øki, sum hava mest brúk fyri tí. Vit heita tí á politisku myndugleikarnar um at: • Steðga framhaldandi arbeiðinum við Suðuroyartunlinum. • Seta verkætlanina í bíðistøðu, til ein greiður, burðardyggur búskaparligur og samfelagsligur grundvøllur fyriliggur.
Luk