Vit ynskja betri umstøður fyri børn og starvsfólk á dagstovnaøkinum. Hettar fevnir um:
- eina minstu normering á 1:3 til vøggustovubørn, 1:6 til barnagarðsbørn og 1:8 til skúlabørn. Leiðarar, reingerðingsfólk og onnur, sum ikki eru saman við børnunum, eiga ikki at telja við í minstu normeringini.
- at námsfrøðingar fáa eina virðiliga løn fyri teirra arbeiði. Hetta fer eisini at kveikja fleiri námsfrøðingar at arbeiða á dagstovnaøkinum og harvið hækka fakliga støðið.
- at hjálparfólk verða vird tvs. fáa eina virðiliga løn og virðiligar arbeiðsumstøður.
- at dagstovnalógin verður herd, og at Mentamálaráðið hevur eftirlit við góðskuna á dagstovnum.
- at ein ætlan verður gjørd fyri, hvussu støðið kann hækka til 2025 td. ætlan fyri fleiri námsfrøðilesandi, útbygging av dagstovnum og útgoldið stovnsgjald til vøggustovubørn.